Uppgávur og venjingar

Uppgávur og royndarvegleiðingar

Ein partur av øllum unirvísingargongdum í tilfeingisfrøði er  ymisk sløg av uppgávum, bólkaarbeiði og starvstovuvenjingum. Í hvønn mun lærarin velur at nýta tilfarið á heimasíðuni er upp til hann sjálvan at leggja til rættis sambært sínari lestrarætlan og sínum undirvísingargongdum. Hann kan sjálvandi eisini nýta annað tilfar og evt. egið framleitt tilfar. Uppgávurnar eru av øllum handa slagi. Onkuntíð er leinkja til grein/film/sending, sum skal lesast/síggjast , og so er ætlanin at næmingarnir fyrst  svara nøkrum spurningum hvør sær ella í smærri bólkum. At enda kann lærarin taka samanum við næmingunum. Í øðrum førum er ætlanin í størri mun, at næmingaarbeiðið skal enda við einari framløgu. Í hvønn mun lærarin brúkar skematímar til tað arbeiði ella letur næmingarnar fáa næmingatíð til heimaarbeiði er upp til einstaka læraran. Starvstovuvenjingar er ein óloysiligur partur av øllum náttúruvísindum, so ymisk sløg av starvstovuvenjingum eru eisini her. Í tilfeingisfrøði er  ein rættiliga stórur partur av starvstovuvenjingunum at samla inn úr náttúruni og greina sløgini. Greiningarlyklar eru aðrastaðni á heimasíðuni. Eisini vanligar starvstovuvenjingar við hypotesu, kanningum, úrslitum og niðurstøðu eru ætlaðar til ymsu partarnar av lærugreinini, og tá eru vegleiðingar  her.